Innanlands

Tveir triðingar av fólkinum eru nú koppsett

Í gjár vórðu 288 fólk koppsett, og nú hava 66,8 prosent fingið fyrru koppsetingina, og 60,8 prosent fingið tað seinnu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-11 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 68.097 koronakoppsetingar gjørdar í Føroyum.

35.651 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 32.446 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta merkir, at 66,8 prosent av fólkinum í Føroyum nú eru koppsett, og at 60,8 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 288 fólk koppsett. 83 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 205 fólk fingu seinnu koppsetingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder