2022-01-11 12:39

- Vegna tekniskt arbeiði umborð á Smyrli mikudagin 12. januar, verður túrurin av Havnini 08:45 og av Krambatanga kl. 11:30 ikki sigldur.
Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. Hetta eru tveir av teimum seks túrunum, sum sambært ferðaætlanini skulu siglast í morgin.
Siglt verður av Krambatanga klokkan 06:00 og klokkan 18:45 og av Havnini klokkan 16:00 og klokkan 21:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald