Aftur í gjár var løgreglan úti við ferðmátaranum og aftur hesaferð vóru bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.
Millum Fjarða varð ein máldur at koyra 133 km/t. Bilførarin hevði havt koyrikort í minni enn tvey ár, so hann fær koyriforboð, og skal upp í nýggjari koyriroynd.
Í Vágum vóru eisini bilførarar, sum høvdu tungan fót. Ein ungur førari varð tikin fyri at koyra 122 km/t og hann fær somuleiðis koyriforboð.
Ein annar bilførari varð máldur til 109 km/t og fær tískil klipp.
- So tað er eitt rák, at ferðin er í meira lagi hjá fleiri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Hinvegin var løgreglan úti á fleiri skúlum gjáramorgunin og kannaði ferðsluna. Tað sá sum heild gott út, tó at á Strondum var eitt barn, sum ikki brúkti neyðugu trygdarútgerðina.
Aftur í morgun er løgreglan úti á skúlum og kannar ferðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald