Innanlands

Tveir útlendskir ferðaleiðarar tiknir um vikuskiftið

Tann eini er longu farin av landinum og í hinum førinum verður bíðað eftir avgerð úr Danmark

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-19 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur um vikuskiftið tikið tveir útlendskar ferðaleiðarar, sum hava arbeitt uttan arbeiðsloyvi í Føroyum.

Í eina førinum er málið avgreitt við bót og útvísing, og tann ferðaleiðarin er longu farin av landinum. Seinna málið bíðar eftir avgerð frá útlendingastýrinum í Danmark.

Ferðaleiðarin sum enn er í Føroyum situr ikki í varðhaldi, meðan bíðað verður eftir avgerðini.

Í báðum førum koma ferðaleiðarar úr londum uttanfyri Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder