Upptøkur umborð á Nærabergi, sum Dagur & vika hevur fingið sendandi frá einum av manningini, vísa at fiskur verður tveittur fyri borð. Upptøkurnar eru gjørdar fyri einari viku síðani, og varðskógvarin ynskir at vera dulnevndur.
- Eg eri troyttur av at vit dálka har vit eta. Eg eri ikki vanliga ein, sum slatrar um hini, men eg vil ikki luttaka ói hesari umhvørvisdálkingini longur. Bert eitt lítið merki er á sildini tveita vit hana burtur. Hevur fiskurin smærri skaðar er hann ikki góður nokk til keypararnar, og tí verður hann blakaður út, greiðir hann Degi & viku frá.
- Hetta hendir hvønn dag, og er hent líka síðani eftirlitismaðurin hjá Vørn fór av skipinum, sigur varðskógvarin.
(Skíggjamynd úr upptøkuni, sum Dagur & vika hevur fingið hendir á)
Grein 44 í lógini um sjófeingi sigur, at tað er bannað at blaka veiðu fyri borð. Ein eftirlitsmaður var við Nærabergi í juli mánaði í 2018, og har varð staðfest at fiskur varð tveittur umborð, og í næstum skal Næraberg í rættin fyri at hava tveitt fisk fyri borð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald