2021-12-07 07:59
Tvey áarross í djóragarðinum í belgiska býnum Antwerpen eru send í sóttarhald. Tey hava fingið staðfest korona.
The Guardian skrivar, at talan er um 14 ára gomlu Imani og 41 ára gomlu Hermien. Tey hava ongi onnur sjúkutekin enn, at tað rennur úr nøsunum á teimum.
- So vítt eg veit, er hetta fyrstu ferð, at hetta slagið hevur fingið korona. Í heimshøpið er virusið bert staðfest hjá apum og kettudjórum, sigur Francis Vercammen, sum er djóralækni í djóragarðinum í Andwerpen.
Garðurin kannar nú hvaðani smittan er komin. Ongin av djóraansarunum er nýliga staðfestur við korona ella hava havt sjúkueyðkenni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald