2021-11-15 18:14

27 koronutilburðir vóru staðfestir í gjár, vísa tølini hjá heilsumyndugleikanum.
Tølini vísa eisini, at tvey fólk afturat eru deyð við koronu. Sostatt eru tað nú tíggju fólk, sum eru deyð við koronu í Føroyum.
Fimm fólk eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu, og hetta er eitt fleiri enn í gjár.
1877 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 117 fólk eru blivin frísk aftur eftir at hava verið testað positiv, og talið á aktivum tilburðum er í løtuni 474. Hetta er 92 færri enn tað vóru í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald