Innanlands

Tvey-ára sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava seinnpartin í dag funnið semju. Lønin hækkar við næstan tveimum prosentum komandi tvey árini

2020-12-08 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava seinnpartin í dag gjørt semju fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele. Partarnir hava gjørt ein 2 ára sáttmála, ið byggir á sama karm, sum fyri onnur sáttmálaøkir fyri sama tíðarskeið.

Starvsmannafelagið gjørdi tó púra greitt heilt frá byrjan av í samráðingunum, at felagið ikki vildi góðtaka, at lønarhækkingin ikki kom í gildi fyrr enn tríggjar mánaðir eftir, at sáttmálin kom í gildi. Altso at tíðarskeiðið fyri lønarhækkingina fyrsta árið bert var 9 mánaðar.

- Hetta hildu vit fast við, og tað eydnaðist at bróta hesa óhepnu og keðiligu gongdina, sum er komin inn síðani mai mánaða í ár, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Lønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:

1. januar 2021 hækkar lønin við 1,5375%.

1. januar 2022 hækkar lønin fyrst við 0,5125% roknað av lønini ultimo 2020, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25%.

Harumframt eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Semjan kann lesast her

Starvsmannafelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder