placeholder
Innanlands

Tvey-ára semja gjørd millum handverkarafeløgini og arbeiðsgevararnar

Lønin hækkar við 2,58 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við fýra prosentum 1. oktober 2027. Semjan er  grundað á karmin, sum varð ásettur 1. mai.

Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu, skrivar (Mynd: industry.fo)

Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu, skrivar (Mynd: industry.fo)

2026-09-08 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna um nýggjan sáttmála fyri handverkarar.

Hesum boðar Vinnuhúsið frá á heimasíðu sínari í dag.

Talan er um tvey ára-sáttmála, sum skjótt kemur í gildi. Avtalan er grundað á nógv umrøda karmin, sum varð ásettur 1. mai í ár.

Við nýggju semjuni hækkar lønin við 2,58 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.

Harumframt eru ymiskar aðrar broytingar gjørdar í sáttmálanum.

Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu, skrivar industry.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder