Granskingarráðið: Ein nýggj vísindalig kanning gevur okkum týdningarmikið innlit í, hvussu pneumokokksjúka hevur ment seg í Føroyum seinastu 23 árini.
Úrslitini eru kunngjørd í grein við heitinum: “A nationwide study of two decades of invasive pneumococcal disease in the Faroe Islands, 2000–2023”. Greinin er tøk í tíðarritinum Infectious Diseases
Greinin vísir, at avbyrgdu Føroyar við sínum avmarkaða fólkatali og høga koppsetingarstigi eru eitt serligt dømi um, hvussu koppseting kann ávirka heilsustøðuna hjá einum heilum samfelag.
Pneumokokksjúka er ein álvarsom sjúka, sum kann elva til lungnabruna, meningitis og blóðeitran. Sjúkan rakar serliga tey veikastu – børn og eldri, og tí hevur koppseting verið ein týðandi liður í at minka um talið av sjúkutilburðum.
Arnfinnur Kallsberg, sum er ph.d.-lesandi á Roskilde Universitet, er fyrstihøvundur á greinini, sum er partur av ph.d.verkætlan hansara. Vegleiðararnir og viðhøvðundarnir eru Shahin Gaini, professari, knýttur at Landssjúkrahúsinum og Fróðskaparsetrinum, Hans-Christian Slotved, seniorgranskari á Statens Serum Institut, og Karen Angeliki Krogfelt, professari á Roskilde Universitet.
Høvundarnir siga soleiðis um úrslitini í kanningini, sum Granskingarráðið stuðlar:
1. Síðan pneumokokkkoppsetingin (PCV13) varð tikin við í koppsetingarskránna í 2010, eru tilburðir av pneumokokksjúku millum børn undir fimm ár burtur. Hetta vísir, hvussu væl koppsetingar kunnu verja tey yngstu.
2. Tó hava nýggjar pneumokokk undir-typur, sum ikki verða vardar av verandi koppseting, tikið seg upp. Hetta fyribrigdi, kallað "serotýpu-útskifting," rakar serliga tey eldru.
3. Avbyrgda støða Føroya gevur serligt høvi at eygleiða, hvussu ein heildarstrategi fyri koppsetingar kann ávirka eitt samfelag.
Hví hevur hetta týdning?
Kanningin staðfestir, at koppsetingar bjarga lívum, men eisini, at vit mugu vera á varðhaldi. Bakteriur laga seg altíð eftir nýggjum viðurskiftum, og tí má okkara heilsustrategi javnan endurskoðast.
Nýggjari og breiðari koppsetingar, umframt serlig átøk fyri eldri, eru neyðug, um vit skulu vera framman fyri í hesum stríðinum.
Hetta granskingararbeiðið vísir týdningin av áhaldandi nýhugsan og fyribyrging í heilsuverkinum – bæði í Føroyum og um allan heimin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald