Uttanlands

Tvey børn dripin í bumbuálopi í Kyiv í nátt

Hendi á ‘altjóða degnum fyri verju av børnum’

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-06-01 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland framdi í nátt álip á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við ballistiskum rakettum. Trý fólk lótu lív – harav tvey vóru børn.

Frá tí at loftlúðurin tók at ýla, til ljóðið av brestir hoyrdist í náttarmyrkrinum, tók tað einans fimm minuttir, skrivar NRK.

Rakettirnar vóru av slagnum Iskander. Helst eru tær skotnar frá russiska landslutinum Bryansk, haðani fjarstøðan til Kyiv er undir 300 kilometrar.

Ukrainar siga, at tey skutu niður rakettirnar, sum komu úr Russlandi. Skaðarnir hendu orsaka av leivdunum, sum fullu til jarðar.

Myndugleikarnir í Kyiv hava boðað frá, at trý fólk eru deyð. Tvey teirra eru børn, annað fimm ára gamalt – hitt tólv. Harumframt hava 14 fólk fingið skaða.

Tey deyðu eru rakt av rakettleivdum, sum duttu niður. Ukrainski miðilin Suspilne News skrivar, at tey trý royndu at leita sær skjól í einum bumburúmi, men tað var stongt, og tey stóðu tí úti á gøtuni, tá tey vórðu rakt.

1. juni er barnadagur í Ukraina, Russlandi og fleiri øðrum londum í eystara parti av Evropa. Hetta verður, sum verða mann, eisini brúkt á sosialu miðlunum eftir bumbuálopið. Fulla heitið á degnum er “Altjóða dagurin fyri verju av børnum”.

- Tvey børn dripin í Kyiv í nátt í russiskum álopum. Í dag er altjóða barnadagurin, fyrsti summardagur Og enn ein nátt við russiskum yvirgangi, skrivar ukrainski advokaturin og aktivisturin, Maria Avdeeva, á Twitter. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder