Uttanlands

Tvey børn rakt av skotum sunnanfyri Stockholm

Børnini, sum eru uttanfyri lívsvanda, vóru úti og spældu, tá tey vórðu rakt av skotum leygarkvøldið – Níggju eru handtikin í málinum, sum verður kannað sum drápsroynd, tó er einki sum bendir á, at ætlanin var at skjóta børnini

– Hesin tankaleysi harðskapurin er ræðuligur, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven (Mynd: EPA)

– Hesin tankaleysi harðskapurin er ræðuligur, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven (Mynd: EPA)

2021-07-18 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið vórðu tvey børn særd í einum skottilburði sunannfyri svenska høvuðsstaðin Stockholm.

Børnini vóru úti og spældu, tá tey brádliga vórðu rakt av skotum. Einki bendir tó á, at ætlanin var at skjóta børnini, sigur svenska løgreglan.

Børnini vórðu koyrd á sjúkrahúsið, og sambært DR eru tey uttanfyri lívsvanda.

Tilsamans níggju persónar eru handtiknir í málinum, sum av løgregluni verður kannað sum møguliga drápsroynd. Umstøðurnar eru tó framvegis ógreiðar.

Sambært svenskari frágreiðing er Svøríki ovast á listanum yvir talið á skottilburðum í Evropa fyri hvørja mió. íbúgvar, og hendingin í gjárkvøldið hevur fingið svenska forsætisráðharran, Stefan Löfven, at seta seg við knappaborðið.

Í dagføring á Facebook skrivar hann soleiðis:

– Eg verði vónleysur og óður, tá eg hoyri um tey bæði børnini. Hesin tankaleysi harðskapurin er ræðuligur.  Øll børn hava rætt til eitt lív uttan harðskap. Rætturin hjá børnum til tryggleika fer altíð at hava hægstu raðfesting hjá mær, sum mennskja og politikari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder