Fleiri fólk eru særd og minst tvey fólk deyð eftir eitt kníválop í einum toki á leiðini millum Hamborg og Kiel í Týsklandi í dag. Tað upplýsir týska løgreglan fyri dpa tíðindastovuni.
Eisini innanríkisráðkvinnan í Schleswig-Holstein landspartinum, Sabine Sütterlin-Waack, váttar álopið og talið á deyðum, skrivar Der Spiegel.
Sambært løgregluni er tað ein maður, sum stutt fyri klokkan 15 í dag leyp á onnur ferðandi í tokinum. Hetta hendi nærhendis býin Brokstedt. Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið, er handtikin, men tað er enn ógreitt hví hann leyp á.
Á heimasíðuni hjá týska jarnbreytaverkinum, Deutsche Bahn, sæst, at tokferðslan millum Kiel og Hamburg og millum Flensborg og Hamburg hevur ligið still seinnapartin orsaka av hendingini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald