Uttanlands

Tvey donsk ungfólk og ein russiskur ríkisborgari lótu lív í Field's

Fýra onnur vórðu rakt av skotum – tveir danskir og tveir svenskir ríkisborgarar – og støðan hjá teimum øllum er hættislig, upplýsti løgreglan á tíðindafundi í morgun

2022-07-04 07:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har er í løtuni einki, sum bendir á, at talan var um yvirgang, tá ein maður skeyt frá hond í sølumiðstøðini Field's seint seinnapartin í gjár.

Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Í gjárkvøldið varð upplýst, at trý fólk vóru deyð av skotum, og løgreglan upplýsir nú, at talan er um ein 47 ára gamlan mann við russiskum ríkisborgaraskapi, og tveir 17 ára gamlar danir – ein genta, og ein drongur.

Fýra aðrir persónar vórðu raktir av skotum, og er støðan hjá teimum øllum hættislig. Talan er um tveir danskar ríkisborgarar – eina 40 ára gamla kvinnu, og eina 19 ára gamla kvinnu – og tveir svenskar ríkisborgarar – ein 50 ára gamlan mann og eina 16 ára gamla gentu.

Eisini vórðu onnur, sum fingu smærri skaðar, tá tey royndu at sleppa sær úr sølumiðstøðini í gjár. Talan er tó ikki um fólk, sum vórðu rakt av skotum.

Skotið varð á tveimum støðum inni í Field's, og løgreglan metir, at talan var um tilvildarlig offur.

Løgreglan handtók í gjár ein 22 ára gamlan danskan mann, sum nú verður skuldsettur fyri manndráp. Løgreglan hevur avhoyrt hann, og hann hevur váttað, at tað var hann, sum var harúti. Talan er um ein mann, sum er kendur av psykiatriini, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder