2026-09-22 09:30
Ongin mansskaði hendi tá eitt ferðsluóhapp var á Velbastaðhálsi í gjár. Ein bilur, sum bremsaði upp av onkrari orsøk, var árendur aftanífrá av einum øðrum bili, sum ikki náddi at bremsa.
Talan var einans um materiellan skaða, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Seinni á degnum hendi eitt ferðsluóhapp í Havn – eitt sokallaða víkipliktsóhapp. Viðkomandi, sum ikki helt víkiskylduna, og varð árendur av einum øðrum bili, hevði ikki koyrikort, vísti tað seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald