2019-11-11 09:04
Um hálvgum fimm-tíðina í gjár varð eitt ferðsluóhapp í Eysturoynni.
Talan var um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna, og tí rendi á ein annan bil.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at eingin skaði var, og at førarin fær bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at halda víkiskylduna.
Klokkan 23.40 var eitt annað ferðsluóhapp í Havnadali, har ein bilur gleið av vegnum í hálkuni. Heldur ikki her var nakar álvarsligur skaði.
Annars hevur verið ótrúrliga friðarligt seinastu dagarnar, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald