Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Annað orsaka av hálku – hitt orsaka av rúsdrekka

2022-03-31 13:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár koyrdi ein bilur út av vegnum á landsvegnum millum Fjarða í Eysturoynni.

Vitni til óhappið greiddu løgregluni frá, at bilurin hevði koyrt rættiliga óstøðugt áðrenn óhappið, og bilførarin varð tí kannaður fyri rúsdrekka. Hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.

Vegirnir hava verið rættiliga hálir í morguntímunum, bæði í gjár og í morgun.

Í gjár koyrdi ein bilur útav nærhendis Hósvík og hetta elvdi til nakað av trupulleikum við at fáa ferðsluna ígjøgnum.

Hóast tað eisini var hált í morgun, hevur løgreglan ikki fingið fráboðanir um hálkuóhapp í morgun, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Nógv koyrdu ov skjótt
Ferðsluløgreglan var eisini úti við ferðamátaranumm í gjárkvøldið.

Á einum strekki á landsvegnum millum Norðagøtu og Kambsdal, vórðu fimm førarar avdúkaðir, sum nú allir fáa klipp í koyrikortið.

Fýra av bilunum vórðu máldir at koyra 106 kilometrar um tíman og ein varð máldur til 105 kilometrar um tíman. Við óvissuni, sum løgreglan trekkir frá mátingunum, varð ferðin framvegis oman fyri 100 km/t og tað gevur klipp í kortið.

Seinni í gjárkvøldið vórðu ferðamátingar gjørdir á landsvegnum við Kaldbaksbotn.

Ein bilur koyrdi 120 kilometrar um tíman og fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Teir vórðu máldir at koyra 113 og 106 kilometrar um tíman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder