Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Ein bilur endaði á takinum á Sandavágshálsi, og ein bilførari í Kollafjaraðardali helt ikki víkiskylduna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-23 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru tvey ferðsluóhapp. Eitt á Sandavágshálsi um klokkan hálvgum átta um morgunin, og eitt við Effo í Kollafjarðardali beint áðrenn klokkan seks um kvøldið.

Á Sandavágshálsi var talan um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur endaði á takinum. Bilurin fekk stóran skaða, og hurðin av bilinum varð klipt fyri at fáa føraran úr bilinum. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi. Førarin er ikki avhoyrdur enn.

Óhappið í Kollafjarðardali elvdi ikki til stóran skaða. Ein bilførari helt ikki víkiskylduna og koyrdi út fyri ein annan bil. Har var lítil materiellur skaði og eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár var løgreglan eisini úti og gjørdi ferðmátingar í Klaksvík, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ferðmátingarnar vórðu gjørdar í einum øki, har mest loyvda ferðin er 60 km/t. Allir tríggir fingu bót, men ein fekk eisini klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder