Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum

Seinnapartin í gjár varð eitt gongufólk árent av einum bili, og í morgun rendi ein súkklari á ein bil

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-16 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár um klokkan 17.30 var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøesgøtu í Havn.

Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Bøkjarabrekku frá Steinatúni av, snaraði til vinstru og rendi á eitt gongufólk, sum var á veg yvirum vegin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at viðkomandi ikki fekk stóran skaða men var kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Í morgun varð aftur eitt ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum – hesaferð við krossvegin við V.U. Hammershaimbs gøtu og J.C. Svabosgøtu.

Talan var um ein súkklara, sum rendi á ein bil, og viðkomandi fekk nakað av skaða í høvdið, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder