2020-10-21 08:50
Í morgun varð boðað frá tveimum ferðsluóhappum – eitt á Oyggjarvegnum og eitt við Brúnna um streymin.
Tað var hálka, sum var orsøkin til fyrra óhappið, men orsøkin til tað seinna er ógreið.
Løgreglan sigur við Kringvarpið, at tey enn ikki vita, um nakar fólkaskaði er.
Landsverk ávarar í morgun um hálku á Høgareyni, á Sandavágshálsi, í Vatnsoyrum og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Sí koyrilíkindini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald