Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í nátt

Í Saltangará var eitt óhapp, har illgruni er um, at førarin koyrdi ávirkaður, og við Áir gleið ein bilur í hálkuni – Eingin fólkaskaði var, men tó var nakað av materiellum skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-04 10:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur sum heild verið friðarligt. Løgreglan hevur verið úti og kannað ferðsluna í Eysturoynni, Norðstreymoy, í Havn og í Norðoyggjum, og tað sá sum heild gott út, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Illgruni er tó um, at ein bilførari hevur koyrt ávirkaður av rúsdrekka í nátt. Viðkomandi rendi á eina rundkoyring beint eftir midnátt. Hetta var í Saltangará.

Førarin fekk ongan skaða, men eitt sindur av materiellum skaða var. Blóðroynd er tikin av føraranum.

Klokkan trý var aftur eitt ferðsluóhapp. Hesa ferð var talan um ein bil, sum var farin út av vegnum við Áir, har tað var sera hált í nátt, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at bilurin annars hevði góð dekk.

Førarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða, men bilurin fekk eitt sindur av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder