Innanlands

Tvey ferðsluóhapp seinnapartin

Langar bíðirøðir á Lambareiði, har eitt ferðsluóhapp er, og fyri einum tíma síðani ella so var harmonikusamanstoytur á Kambsdali

Langa bíðirøðin sædd av vestara armi á Skálafjørðinum

Langa bíðirøðin sædd av vestara armi á Skálafjørðinum

2022-01-11 17:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 18:06: Ferðslan koyrir aftur á Lambareiði. Ein persónur er fluttur á sjúkrahús.

---

Tvey ferðsluóhapp hava verið seinasta tíman ella so.

Stutt fyri klokkan 16 fekk løgreglan fráboðan um ein harmonikusamanstoyt á Kambsdali. Tríggir bilar vóru í ferðsluóhappinum, og trý fólk vórðu flutt á sjúkrahús til nærri kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at tey trý fólkini sjálvi komu úr bilinum, so tað bendir ikki á, at talan er um nakran álvarsligan fólkaskaða. Har er nærum alt ruddað av vegnum nú, og um eina løtu koyrir ferðslan sum vant har.

Og fyri stuttari løtu síðani fekk løgreglan enn eina fráboðan um ferðsluóhapp. Hesaferð á Lambareiði. Hetta er so mikið nýtt, at løgreglan í løtuni ikki fær sagt nakað um hvat er hent.

Tað eru langar køir bæði inn og út eftir Skálafjørðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder