Uttanlands

Tvey fólk druknað og ein ikki funnin í Suðurgrønlandi

Sjólótust á ferð í jollu úr Narsaq til Qaqortoq

Narsaq (Mynd: Google)

Narsaq (Mynd: Google)

2021-03-21 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey fólk eru sjólátin og eitt er ikki funnið aftur, eftir at tey hósdagin fóru við eini jollu úr suðurgrønlendsku bygdini Narsaq, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Fríggjadagin fekk løgreglan boð, um at fólkini ikki vóru komin fram til Qaqortoq hagar leiðin gekk.

Stór leiting varð sett í verk á leiðini millum Narsaq og Qaqortoq, millum annað við sjóverjuskipinum Thetis og eini Seahawk og eini Bell212 tyrlu.

Seinnapartin fríggjadagin vórðu tvey fólk – ein maður og ein kvinna – funnin lívleys á sjónum. Tann triðji persónurin er ikki funnin, og løgreglan roknar nú við, at eisini hesin er druknaður.

Í gjár varð hildið fram at leita, men leitingararbeiðið varð nakað tarnað av ringum veðri og vánaligum sýni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder