Uttanlands

Kina: Tvey fólk fingið lungapest

Á hvørjum ári verða fleiri hundrað tilburðir staðfestir, men í dag eru viðgerðarmøguleikarnir góðir

Beijing Chaoyang Hospital í Beijing, har bæði fólkini eru innløgd í løtuni (Mynd: EPA)

Beijing Chaoyang Hospital í Beijing, har bæði fólkini eru innløgd í løtuni (Mynd: EPA)

2019-11-17 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pestur, eisini nevndur svartideyði, er nokk mest kendur úr søgubókunum, har greitt verður frá, hvussu sjúkan herjaði í Evropa í miðøldini og drap túsundatals fólk.

Men sjúkan er her enn. Á hvørjum ári verða fleiri hundrað tilburðir staðfestir, og í vikuni eru tvey fólk í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing vorðin innløgd við sjúkuni.

Í mai doyði eitt par í Mongolia eisini av svullapesti, og í 2014 doyði ein maður eisini av hesum í kinesiska býnum Yumen.

Sambært DR, er vandin fyri, at sjúkan gerst ein umfarssjúka tó rættiliga lítil av tí at myndugleikar í dag kunnu regera skjótt og forða fyri, at ov nógv fólk verða smittaði. Hóast sjúkan er deyðilig, eru viðgerðarmøguleikarnir í dag góðir.

Vit hava í dag nógv reinari umstøður, mótstøðuføri okkara er nógv betri, og í dag kunnu vit viðgera slíkt við antibiotika. Vandin fyri at doyggja av pestinum er har tó framvegis, men fær ein viðgerð innan 24 tímar, eru útlitini góð.

Sjúkan sæst í dag mest í Asia, Afrika, Suðuramerika og vestara partinum av USA. Á hvørjum ári verða millum 1000 og 3000 tilburðir skrásettir kring heimin. Talan er í flestu førum um svullapest. Enn hava ongar fráboðanir verið um tilburðir í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder