Innanlands

Tvey fólk innløgd av koronu - hini trý av aðrari orsøk

Fimm fólk eru innløgd við koronu. Tveir sjúklingar eru innlagdir av koronu og hinir tríggir eru innlagdir av aðrari orsøk men eru positivir við koronu, upplýsa myndugleikarnir. 190 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-08 17:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talið á innløgdum er í dag farið upp á fimm í mun til trý í gjár. 

Hyggja vit nærri eftir tí, eru tað bara tvey fólk sum eru innløgd av koronu, meðan hinir tríggir sjúklingarnir eru innlagdir av aðrari orsøk, men eru positivir við koronu.

190 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Hetta er tveir færri enn fyrradagin. Talið á aktivum tilburðum - tey sum eru positiv í løtuni - er nú 1472.

3386 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder