Innanlands

Tvey fólk tikin í nátt

Ein maður í báti, og ein maður í bili vórðu tiknir av løgregluni, tí at illgruni var um, at teir vóru ávirkaðir

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-04 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan boð frá fólki, sum høvdu illgruna um, at ein maður, sum var farin við báti úr Nólsoy, har Ovastevna var, sigldi ávirkaður.

Sambært Kringvarpinum vóru fleiri onnur eisini í bátinum saman við manninum.

Vaktarskipið Brimil lá í Nólsoyarfirði og fekk tí steðgað bátinum. Illgruni var um, at maðurin, sum førdi bátin, var ávirkaður, og tí var blóðroynd tikin av honum.

Klokkan seks í morgun fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum millum Skálabotn og Skipanes. Tá løgreglufólk komu á staðið, fingu tey illgruna um, at maðurin var ávirkaður, og tí er blóðroynd eisini tikin av honum.

Maðurin varð koyrdur á landssjúkrahúsið til nærri kanningar, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder