Nes kommuna hevur sett tvey grundøki til sølu við Høganesvegin á Toftum. Økini, sum eru ávikavist 2.316 og 5.625 fermetrar skulu brúkast til íbúðarbygging.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar, skrivar kommunan.
Tað er treyt, at hóskandi tal á íbúðum er í verkætlanini, og tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið.
Kommunan leggur dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
Ognirnar, sum eru tilsamans 7.941 fermetrar verða seldar undir einum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald