2019-07-07 12:34
Gøtu kirkju ungdómskór hevur fingið tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki á Johannes Brahms festivalinum í Týsklandi.
Tað skrivar Kringvarpið.
Hetta er besta úrslitið hjá kórinum í altjóða kórkapping.
Kórið fekk gullheiðursmerki í kappingini fyri ungdómskór og í Spirituals kappingini. Silvurheiðursmerkið fekk kórið í kirkjutónleiki.
Johannes Brahms festivalurin var í týska býnum Wernigerode í døgunum 3. - 7. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald