Tað var sera hált í góðveðrinum í gjárkvøldið. Løgreglan fekk tvey boð um óhapp, bæði í Eysturoynni, orsaka av hálku. Talan var bert um materiellan skaða, ikki persónskaða av týdningi.
Klokkan 23 misti ein bilur takið á vegnum, og rendi inn í eitt streymskáp og síðan á ein hjall á vegnum til Rituvíkar.
Bilurin fekk umfatandi skaða, og bilførarin varð koyrdur á sjúkrahús til kanningar. Nakað av skaða kom á hjallin, og harafturat vóru eini trý hús, sum mistu streymin orsaka av skaðanum, sum streymskápið fekk.
Sev varð tilkallað fyri at fáa streymveitingina í rættlag aftur.
Beint fyri midnátt boðaði ein bilførari frá, at hann í hálkuni var gliðin av vegnum. Hetta hendi millum Fjarða við vegamótið til Oyndarfjarðar. Bilurin endaði í einum mórudíki, har hann hevur staðið síðani. Bilurin verður tikin upp seinni í dag, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald