Innanlands

Tvey harðskapsmál annað jólakvøld

Løgreglan hevur havt úr at gera í náttarlívinum annað jólakvøld. Nógv full fólk máttu hjálpast til hús

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-27 07:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum vanligt er annað jólakvøld, var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Veðrið var gott, og fólk hava helst hildið leingi á.

- Vit hava tvey harðskapsmál sum eru fráboðaði, og sum vit í morgun arbeiða víðari við. Hetta var eftir at skeinkistøðini stongdu klokkan fýra, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

- Vit hava verið nógv til staðar, men vit fáa ikki verið allastaðni tá so nógv fólk eru í býnum, og tí kann henda okkurt, sigur vaktleiðarin.

Hann greiðir frá, at ymiskt skal stykkjast saman og at avhoyringar skulu gerast í hesum báðum málunum.

Annars fekk løgreglan skilt partar, har illstøður tóku seg upp, frá hvørjum øðrum í gjár, so tað kundu helst verið fleiri mál. Hetta var bæði í Havn og í Klaksvík.

Eisini vóru fleiri fólk sum lógu avdottin ymsastaðni í kuldanum í nátt. Hesi fingu hjálp at koma á føtur aftur, og blivu hjálpt til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder