Innanlands

Tvey harðskapsmál í Klaksvík

Tað hevur verið keðiligur stemningur í býnum í nátt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-14 10:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, tí tað hevur verið keðiligur stemningur í býnum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Løgreglan hevur í nátt skrásett tvey harðskapsmál í Klaksvík, sum tey fara at kanna nærri í dag. Tann eina hendingin fór fram beint áðrenn midnátt, og hin klokkan hálvgum fimm.

Í báðum førum var talan um eina illstøðu uttanfyri eitt skeinkistað, har ein persónur fekk skaða. Teir fara í morgun til læknan til kanningar, sigur vaktleiðarin.

Í Havn, stutt áðrenn klokkan eitt, varð løgreglan eisini boðsend, tá tveir mans komu til ilnar, men her var ikki talan um eitt harðskapsmál. Tann eini fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder