Innanlands

Tvey harðskapsmál í nátt

Løgreglan hevur skrásett eitt mál í Suðuroynni og eitt í Havn – Eingin er handtikin enn, men í báðum førum veit løgreglan, hvør brotsmaðurin er

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-01 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan skrásett tvey harðskapsmál – eitt í Suðuroynni og eitt í Havn.

Tað fyrsta varð fráboðað beint áðrenn klokkan tvey í Suðuroynni.

Ein persónur varð álopin, og mátti á Suðuroyar sjúkrahús til kanningar. Upplýst verður, at hann hevði fingið skaða í andlitið.

Løgreglan veit hvør brotsmaðurin er, og hvar hann býr, og seinni í dag, tá hann er vorðin edrúur, ætlar løgreglan at fara framvið hjá honum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tað seinna harðskapsmálið hendi í Steinatúni í Havn um trý-tíðina.

Her var talan um ein ungan mann – undir 20 ára aldur – sum leyp á ein annan mann. Órættaði var eldri enn 55 ár, og varð hann eisini kannaður av lækna eftir hendingina, upplýsir løgreglan.

Heldur ikki í hesum málinum er nakar handtikin, men løgreglan veit hvør brotsmaðurin er – ein maður, sum er kendur av løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder