Innanlands

Tvey harðskapsmál og tveir bilar stolnir

Løgreglan hevði úr at gera í nátt – M.a. varð ein tikin fyri at hava stolið ein bil og koyrt ávirkaður, og løgreglan kannar nú eitt mál um bardaga millum fleiri fólk í náttarlívinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-27 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt fekk løgreglan tvær ferðir fráboðan um bilar, sum vórðu stolnir.

Í eina førinum var bilurin uppií einum ferðsluóhappi í høvuðsstaðnum. Viðkomandi, sum hevði stolið bilin, hevði eisini koyrt ávirkaður. 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av hesum, men har var onkur materiellur skaði.

Beint eftir midnátt fekk løgreglan fráboðan um seinna bilin, og hann varð so funnin aftur seinni í nátt.

Í nátt hevur løgreglan eisini fleiri ferðir verið noydd at leggja seg uppí, tá ósemjur hava stungið seg upp, og vórðu tvey harðskapsmál eisini skrásett.

Tað fyrsta var uttanfyri eitt dansistað í Havn, sum løgreglan ikki fær sagt so nógv um, tí tað skal kannast nærri komandi dagarnar.

Seinni varð løgreglan eisini boðsend til ein bardaga í náttarlívinum millum fleiri fólk. Hetta málið verður nú eisini kannað nærri, og veit løgreglan ikki so nógv at siga um hetta í løtuni. Greitt er tó, at eingin fekk álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder