2025-02-16 10:43

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um innbrot í Havn.
Klokkan 23.30 varð boðað frá, at onkur hevði brotið inn hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka. Kanningar eru gjørdar, men enn er ikki rættiliga staðfest, hvat er stolið.
Stutt fyri klokkan átta í morgun varð síðani boðað frá, at innbrot hevði verið í Samkeyp-handlinum í Sigmundargøtu. Har eru helst pengar stolnir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at fólk eru vælkomin at seta seg í samband við løgregluna, um tey hava sæð okkurt í sambandi við innbrotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald