
Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan hálvgum 12, var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar á Velbastaðvegnum í Havn, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Hámarksferðin á hesum strekkinum er 60 kilometrar um tíman, men hesir bilførararnir koyrdu ávikavist 80 og 81 kilometrar, og fáa teir báðir klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lítil eldur í Klaksvík
Í gjárkvøldið um klokkan 18 var boðað frá eldi í Klaksvík. Talan var um ein lítlan eld í einum ovni.
Løgregla og sløkkilið vórðu send á staðið, og eldurin varð skjótt sløktur.
Enn vita tey ikki rættiliga, hví eldur kom í, men tað hevur møguliga okkurt við elektronikkin at gera, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald