Innanlands

Tvey klipp í koyrikortið

Koyrdu oman fyri hundrað kilometrar um tíman

2019-10-25 07:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar fingu í gjár klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Í sambandi við eitt málrættað ferðsluátak, var ferðsluløgreglan úti og máldi ferð í gjár.

Tvey mál vórðu skrivað, annað í Kaldbaksbotni og hitt við brúnna um Streymin. Bilarnir koyrdu 102 og 104 kilometrar um tíman, og tað gevur klipp í koyrikortið hjá førarunum.

Løgreglan í Norðoyggjum gjørdi í nátt ferðamátingar í Norðoyatunlinum, men komu heimaftur uttan at hava avdúka nakran ferðsyndara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder