Innanlands

Tvey klipp í koyrikortið

Í gjár kannaði løgreglan bilar í sambandi við skúlakoyring, og eitt víkiskylduóhapp var í Havnini. Higartil er bert ein fráboðan um vindskaða komin til løgregluna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-29 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri ikki at hava børnini í trygdarbelti.

Tað var í gjáramorgunin, at løgregaln hevði eitt málrættað átak við fleiri skúlar, har bilar vórðu kannaðir, tá børn vórðu koyrd í skúla. Í hesum sambandi vórðu so hesir báðir bilførararnir tiknir.

Í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna og rendi á annan bil. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bert materiellur skaði stóðst av hesum.

Nógv av vindi hevur eisini verið, og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið eina fráboðan um vindskaða í morgun. Talan var um eina tekju á einum úthúsi, sum var loysnað í Fuglafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder