Innanlands

Tvey klipp í koyrikortið fyri ferð

Lítið ferðsluóhapp í Gásadalstunnlinum í gjár.

2026-09-30 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar vórðu avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt, tá ferðsluløgreglan í gjár gjørdi ferðamátingar á landsvegnum í Kaldbaksbotni.

Bilarnir koyrdu 106 og 109 kilometrar um tíman, og báðir bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Gásadalstunnlinum í gjár, tá tveir bilar rendu saman. Annar bilurin stóð av einihvørjari orsøk stillur inni í tunnlinum, og sá ein annar bilur ikki. Talan var bert um smávegis materiellan skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder