Innanlands

Tvey klipp og ein treytað frádøming

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-26 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, beint eftir klokkan 13 var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni, og tá vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra skjótari, enn loyvt var.

Tveir fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming.

Mest loyvda ferðin er 80, men ferðin hjá hesum bilførarunum varð máld til ávikavist 106, 111 og 117 kilometrar um tíman, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder