
Í nátt var løgreglan í Norðoyatunlinum og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.
Hann koyrdi 106 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað gevur eitt klipp í koyrikortið. Men ikki nokk við tí, so koyrdi bilførarin eisini ímóti ferðsluni, tá hann kom til rundkoyringina í Klaksvík, og tað gevur eisini klipp.
Bilførarin fekk tvey klipp innan ein minutt, og hesin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tá skal minni til, áðrenn ein missur tað. Bilførarin fær tí koyriforboð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Tann eini varð tikin klokkan hálvgum fýra, og hin varð tikin stutt eftir klokkan fýra, tá hann rendi á ein annan bil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald