Innanlands

Tvey klipp til bilførara í Havn

Hann hevði longu eitt frammanundan, og tí noyðist hann at taka koyrikortið av nýggjum – Eisini vóru tvey smærri ferðsluóhapp í gjár, sum tó ikki elvdu til nakran fólkaskaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-29 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár fekk ein bilførari í Havn tvey klipp í koyrikortið.

Orsøkin var, at hann bæði koyrdi framvið reyðum ljósi og tosaði í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi. Bæði hesi lógarbrotini geva klipp í koyrikortið.

Men bilførarin hevði longu fingið eitt klipp frammanundan, og trý klipp innan trý ár geva eina treytaða frádøming. Tað merkir, at bilførarin nú skal taka koyrikortið av nýggjum fyri ikki at missa tað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár vóru eisini tvey smærri ferðsluóhapp.

Tað fyrra hendi í Vágum, har ein bilførari setti ferðina niður fyri at snara av vegnum. Bilurin, sum koyrdi aftanfyri, varnaðist ikki hetta og rendi í afturpartin á hinum.

Tað seinna hendi í høvuðsstaðnum, har ein bilur bakkaði inn í ein annan bil.

Í báðum førum var materiellur skaði men eingin fólkaskaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder