Innanlands

Tvey mál um hervek í Havn

Ein er skuldsettur fyri at punktera dekkið á einum løgreglubili, meðan ein annar bilur hevur fingið knúst rútin – Eisini var eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu í gjár, men eingin fólkaskaði var

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-01 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár skrásetti løgreglan tvey mál um herverk á bilar í høvuðsstaðnum.

Tað eina málið snýr seg um ein, sum hevur punkterað dekkið á einum løgreglubili. Viðkomandi er skuldsettur, og fær viðkomandi eitt endurgjaldskrav, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hitt málið varð meldað fyrrapartin í gjár, men tað kann saktans verða hent yvir vikuskiftið, verður upplýst.

Her er talan um onkran, sum hevur knúst rútin á einum privatum persónbili. Tað var ein persónur, sum kom fram á bilin í miðbýnum í Havn, sum meldaði herverkið til løgregluna.

Stutt fyri klokkan 16 í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu.

Talan var um tvey prutl, sum rendu saman.

Sjúkrabilur og løgregla vórðu send á staðið, men eingin fólkaskaði var.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder