2024-09-05 07:29
Mikudagin 18. septembur kemur Kvæfjord manskor, og dagin eftir kemur heimskenda Oslo kórið den Norske Studentersangforening (DNS) til landið.
Kvæfjord syngur í Havnar kirkju hóskvøldið 19. septembur kl. 19.30, og í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 21. Septembur kl. 15.
DNS syngur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 20. septembur kl. 18, og í Hátúni í Tórshavn tann 21. Septembur kl. 19.
Tórshavnar manskór luttekur á konsertini í Hátúni og Klaksvíkar manskór luttekur á konsertunum í Klaksvík, bæði hjá DNS og Kvæfjord.
Kvæfjord konsertirnar eru ókeypis meðan atgongumerki til DNS konsertirnar fáast á www.atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald