Innanlands

Tvey óhapp beint við Norðskálatunnilin

Ein bilførari rendi inn í aðru síðuna av tunnilsmunnanum í gjárkvøldið - í morgun koyrdi ein ávirkaður bilførari ígjøgnum autoverjuna beint við tunnilin. Nakrir bilførar fingu klipp fyri at koyra ov skjótt millum Hósvík og Hvalvík

2020-10-11 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vaktahavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at tvey ferðsluóhapp hava verið beint við Norðskálatunnilin seinasta samdøgrið. Í báðum førum hevur talan verið um sokallað soloóhapp.

Tað fyrra var í gjárkvøldið. Tað var vátt og hált uttanfyri við vestara munnan (Norðskálamegin), og førarin, ið var óroyndur, rendi i síðuna av munnanum. Viðkomandi fekk ongan skaða, meðan nakað av materiellum skaða var. Hugsandi er, at førarin hevur koyrt ov skjótt undir umstøðunum, og hvat er loyvt í svinginum. Tó verður eingin bót givin, sigur vakthavandi. 

Tíðliga í morgun varð ein bilur funnin umleið 30 metrar frá autoverjuni. Onkur var komin fram á ein bilførara, ið ikki hevði fingið álvarsligan skaða, eftir at viðkomandi hevði rent ígjøgnum autoverjuna heilt stutt frá Norðskálatunnilin. Á rapportini er ikki gjørt greitt, hvørju megin tunnilin ferðsluóhappið fór fram. Løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, og førarin varð handtikin fyri at koyra ávirkaður. Hetta vísti seg, tá hann blásti. Viðkomandi hevur fingið viðgerð fyri skaðan, og blóðroynd er tikin.

Nakað har frá vórðu ferðsukanningar gjørdar, og fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt millum Hvalvík og Hósvík.Tríggir bilar koyrdu ov skjótt: 103, 107 og 109 km/t - Allir bilførarnir fingu klipp. Løtu seinni varð ein tikin á Sundi. Viðvkomandi koyrdi 103 km/t og fekk klipp.

Vakthavandi upplýsir eisini, at nakrar nummarplátar vórðu tiknar í Havn fyri manglandi trygging og annað.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder