2021-02-20 11:42

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum, varð heldur eingin nýggj smitta staðfest í gjár, og sostatt er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum seinastu fýra dagarnar.
402 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 229.038 kanningar gjørdar í Føroyum.
Síðan í gjár er ein persónur afturat staðfestur frískur, og sostatt eru 655 av 658 nú staðfest frísk. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum, og sostatt eru tvey positiv eftir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 13 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald