Innanlands

Tvey sleip í gjár

Tvær ferðir í gjár vóru boð send eftir bjargingarbáti, tí ein útróðrarbátur var uppsteðgaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-11 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð bjargingarbátur tvær ferðir sendur eftir báti, sum var uppsteðgaður og ynskti sleip.

Fyrrapartin varð boðað frá, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður út fyri Blankaskála og ynskti sleip til Klaksvíkar. Boð vórðu tí eftir Fløtti og Brimli.

Um kvøldið vóru boð eftir Vón, tá ein annar útróðrarbátur var uppsteðgaður í norðhavinum. Báturin var staddur 1,5 sm norður úr Riftanga.

Eingin vandi var á ferð, og gott veður var á leiðini, skrivar Vørn. Sleipið tók fýra tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder