Innanlands

Tvey smittað við Norrønu til Seyðisfjarðar

Smittan var staðfest tá ferðafólkini komu umborð í Hirtshals

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-23 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey av ferðafólkunum umborð á Norrønu, sum kemur á Seyðisfjørð í dag, eru smittað við korona.

Ferðafólkini høvdu eina nýggja negativa koronatest undan fráferð, men tá tey vórðu kannað í Hirtshals vísti tað seg, at tey vóru smittað, skrivar íslendska blaðið Vísir. Síðan tey komu umborð á Norrønu hava tey sitið avbyrgd.

- Tá hesi koma til Íslands, skulu tey framhaldandi sita avbyrgd í sóttarhaldi, og vit skulu eisini kanna tey nærri fyri at vita, um talan kann vera um eina gamla smittu, sum enn vísir seg. Hvørgin teirra hevur sjúkutekin, upplýsa íslendsku heilsumyndugleikarnir fyri Vísir.

Øll ferðandi við Norrønu verða kannað fyri korona tá tey koma til Seyðisfjarðar, og kravið er, at tey halda seg í sóttarhaldi til ein nýggj negativ koronatest er gjørd eftir fimm dagar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder