2020-11-08 13:05

Aftaná eina viku, har eingin varð staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, vórðu aftur tvey staðfest positiv í gjár.
Talan er um tveir persónar, ið hava samband við hvønnannan. Ein teirra er komin til Føroya úr útlondum herfyri, skrivar corona.fo.
Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Hetta merkir, at 497 persónar nú hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum. 493 eru longu staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fýra positivir persónar í Føroum í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. Fimm eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald