Uttanlands

Tvey starvsfólk hjá Huawei burturvíst úr Danmark

Myndugleikarnir kannaðu kontórið hjá teimum burturvístu

2019-02-04 17:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danskir myndugleikar hava í dag burturvíst tvey starvsfólk hjá kinesiska telerisanum Huawei. Tey bæði starvsfólkini verða nú víst av landinum.

Burturvísingin kemur eftir at myndugleikarnir høvdu eftirlit við kontórið hjá Huawei í Keypmannahavn. Tað vísti seg, at arbeiðsloysið hjá hesum báðum starvsfólkunum var útgingið, skrivar Reuters.

Huawei er í tungum sjógvi í Danmark í løtuni, tí at politikarar óttast fyri, at kinesiski telerisin njósnar fyri kinesiskar myndugleikar. Millum annað eru fleiri danskir politikarar sum ikki vilja, at Huawei skal byggja nýggja 5G netverkið í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder