![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Korona er staðfest umborð á Norrønu. Tað frætti Dimmalætting frá Smyril Line í gjárkvøldið.
Norrøna kom á Havnina úr Hirtshals í morgun, og har verður hon verðandi eina góða løtu. Øll manningin umborð skal nevniliga kannast, og Norrøna siglir ikki víðari, fyrr enn úrslitið fyriliggur, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line við Dimmalætting.
Tað eru tvey starvsfólk umborð á Norrønu, sum hava fingið staðfest korona. Hesi bæði komu umborð í Hirtshals leygardagin.
Bogi Petersen, skipari á Norrønu sigur við Útvarpið at starvsfólk brúka masku, tá tey eru í sambandi við ferðafólk, og er tað tí lítið sannlíkt, at starvsfólkini hava smittað nakað ferðafólk.
Manningin verður kannað í morgun og aftur hósdagin. 11 av manningini eru farin í sóttarhald, men hetta ávirkar ikki siglingina hjá Norrønu, tí tey fáa eyka fólk inn, sigur Bogi Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald